Minst 11 svimjarar klárir til Oyggjaleikir 2025

Hetta var eitt øgiligt FM sum vit høvdu í vikuskiftinum, við nógvum metum og góðum tíðum yvirhøvur. Ein avleiðing er, at vit nú hava minst 11 svimjarar sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney, sambært innsendu fráboðanum.

Photo courtesy of Delaina HaslamCC BY 2.0

Svimjararnir eru í bókstavarað

  • Alisa Vestergård (2003, SuSvim)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
  • Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
  • Heini Mohr Askham (2006, Ægir)
  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS)
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS)
  • Jón Hofgaard (1992, SuSvim)
  • Jonna Joensen (2005, Ægir)
  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Silas Dam Lindberg (2008, HS)

Gevið gætur, at eingin er úttikin enn, og at tað kann henda seg at onkur ikki fær pláss, við tað at vit bara kunnu senda tveir svimjarar at kappast í hvørjari grein.

Men gevið eisini gætur, at kravtíðirnar hjá okkum eru lutfalsliga harðar til Oyggjaleikir – nevniliga meðaltíð av veikastu heiðursmerkjatíð á trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.

Tað átti tí at verið góð útlit til heiðursmerki til føroyskar svimjarar á Orkney, tá ið so nógv eru um boðið, longu nú.

Til Oyggjaleikir 2023 vóru tey sjey sum kláraðu kravtíð, umframt fýra afturat sum vórðu úttikin vegna góð úrslit máld í FINA-stigum (nú AQUA-stig). Tvs. líka nógv úttikin tá, sum nú hava klárað kravtíð, nógvar mánaðir áðrenn úttøku.

Av teimum 11 sum luttóku á Guernsey í 2023, eru tey sjey sum nú hava klárað kravtíð til eisini Orkney í 2025, og sum tí hava royndir við Oyggjaleikum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.