Her eru úrslitini frá EvropaMeistarastevnuni 2026 í París, Fraklandi. Føroysku svimjararnir megnaðu at seta 2 føroysk landsliðsmet, í harðari kapping har m.a. 3 heimsmet vórðu sett, umframt 8 evropamet og 32 stevnumet.

Úrslitini síggjast eisini her á heimasíðuni hjá European Aquatics, her á Omegatiming.com og her á SwimRankings.net
Yvirlitið á SwimRankings vísir, at hóast okkara fýra ungu svimjarar ikki svumu heilt upp til sítt besta, so megnaðu teir sum nevnt at seta 2 føroysk met, umframt við hesum úrslitum at vera í topp-32 á EM, sum er stig 2 í føroysku úrvalsskipanini
- 3:29.39 og nr 18 av 18 í 4×100 frí, har 1 lið varð kolldømt
- 7:58.51 og nr 19 av 20 í 4×200 frí
– føroyska landsliðsmetið var 7:56.77 frá NMU í Helsinki í 2024
Teir fýra sum svumu fyri Føroyar, vóru Líggjas Joensen (2008, Ægir), Heini Mohr Askham (2006, Ægir), Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) og Silas Dam Lindberg (2006, HS)
