HS-menn megnaðu í kvøld at seta stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Swim Open Tórshavn vunnu gull við tíðini 3:57.61. HS átti føroyska metið áðrenn, sum var 4:01.88 frá hesi somu stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify
Teir fýra sum svumu fyri HS í kvøld, vóru Óli Mikkelsen (2008) 1:02.40 í 100 rygg, Bartal E. Eidesgaard (2003) 1:05.56 í 100 bringu, Isak Brisenfeldt (2006) 56.30 í 100 firvald og Silas Dam Lindberg (2008) 53.35 í 100 frí.

