Avgerandi vikuskifti í føroyskari svimjing

Kravtíðarskeiðið endar nú sunnudagin hin 26. apríl 2026, til NMU, EJM og EM 2026, sum merkir at Swim Open Tórshavn mest sannlíkt verður avgerandi fyri úttøkur SSF til í summar. Sí úttøkuskipanirnar her á heimasíðu SSF

Um ikki úrslit vænta á Tempus.fo, so er Líggjas Joensen einsamallur at hava kvalifiserað seg til EJM og EM, innan kravtíðarskeiðið, meðan eingin við røttum aldri enn hevur kvalifiserað seg til NMU.

Men, har eru svimjarar sum fyrr hava víst neyðuga støði til hesar kravtíðir, og verður tað tí spennandi síggja um tey klára hetta aftur, nú á Swim Open Tórshavn.

Um tað nú vísir seg, at í so fá klára kravtíð, so finst úttøkuskipanin til eyka úttøkur, og hartil heimild hjá starvsnevnd SSF at taka út sum tey meta best. Í løtuni eru nøkur sum hava klárað kravið ásett í hesi úttøkuskipan til eyka úttøkur.

Swim Open Tórshavn byrjar við innleiðandi 50 frí í morgin ári kl 09:30, og er so í tríggjar dagar við hesi tíðarskrá:

  • Frí 24/4 – Innleiðandi frá kl 09:30, finalur frá kl 17:30
  • Ley 25/4 – Innleiðandi frá kl 09:30, finalur frá kl 17:30
  • Sun 26/4 – Innleiðandi frá kl 09:30, finalur frá kl 17:30

Startlistar og úrslit fara at síggjast her á Swimify:

https://live.swimify.com/competitions/swim-open-torshavn-2026-04-24/events/1/11/entries

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.