Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, nú leygardagin hin 31. januar 2026. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4.

Tey eru sum skilst heili 285 børn tilmeldaði, og stevnan tí skipað í pørtum so at ikki allir bólkar kappast í senn, umframt at kunning er um parkeringsviðurskifti og møguliga stroyming í skúlanum uttanfyri sjálvan svimjihylin.
Bólkur 1 byrjar kl. 12.45
Bólkur 2 byrjar kl. 14.15 (broytt)
Bólkur 3-4 byrjar kl. 16.30
Upphiting byrjar uml. 30min áðrenn
Hjálparfólkafundur byrjar eisini uml. 30min áðrenn
