HM 2027 verður í MVM Dome í Budapest 10. til 18. juli 2027

Altj´óða svimjisambandið World Aquatics hevur kunngjørt, at HM 2027 verður frá 26. juni til 18. juli 2027, við sjálvari svimjistevnuni í kappsvimjing frá 10. til 18. juli 2027. Hetta er avgerandi stevnu fyri úttøku til OL 2028, men verður heldur pressað í mun til Oyggjaleikir 2027, ið sum kunnugt verða frá 3. til 9. juli 2027.

Eitt sum til dømis er avgerandi fyri úttøku til OL 2028, er at 12 lið verða úttikin til liðsvimjing út í frá úrslitum rokkin á HM 2027, meðan hini mugu hava allar viðkomandi svimjarar kvalifiseraðar út í frá einstaklingaavrikum til OL, har samlað mark á einstaklingum er 830.

Hartil verður HM 2027 sikkurt ein av útvaldu stevnum hjá dønum, til úttøku til OL 2028, ið tíverri enn er viðkomandi fyri eisini í okkum í Føroyum. Tey plaga at brúka, at kravtíð til OL skal klárast á HM undanfarna ár, ella á Danish Open sama ár sum OL, ella møguliga eisini til dømis Swim Open Tórshavn.

Har er lítið og einki at gera við báðum hesum dagfestingum. Avbjóðingin er tí at HM er væl fyrr enn tað plagar, mitt í juli heldur enn um ólavsøkuleitið ella seinni.

EJM og NMU plaga at liggja um somu tíð, men hesar dagfestingar eru ikki fastlagdar enn. Tað er tricky um hesar stevnur verða fluttar til í juni, vegna skúlaskyldur tá.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.