Føroysk úrslit 1. dag á EMS 2025

Fyrsti dagur er farin afturum á EM á stuttgeil 2025, og høvdu vit tveir svimjarar í hylinum. Lea O. Højsted (2008, Ægir) svam seg til úrslitið 1:10.83 í 100 bringu, og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) til 1:01.81 eisini í 100 bringu.

Image courtesy of Rafal Oleksiewicz / Honest Media

Føroysku úrslitini í dag

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:10.83 í 100 bringu (#39 av 40)
    – Lea eigur føroyska metið á 1:08.89, frá FM á stuttgeil 2025
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:01.81 í 100 bringu (#62 av 64)
    – Bartal eigur føroyska metið á 1:00.51, frá Oyggjaleikum 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) skuldi eftir ætlan hava luttikið í 400 frí í dag, men er sum skilst illa fyri, so mikið at hann allarhelst heldur ikki svimur í morgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.