Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna flott silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024, sum er í Helsinki í Finnlandi. Tíðin 16:13.68 er nýtt persónligt met hjá honum, í mun til 16:17.40 frá Danish Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her
Tað var ein øgiligur dystur, har á NMU. Fyrst lá Líggjas fremst til umleið 500 metrar, í tættari kapping við svimjararnar á granngeilunum, áðrenn norðmaðurin William Hellum Nygård á geil við síðani aftur kom fram og byrjaði at hála seg framum, samstundis sum grannarnir hjá Líggjasi dragnaðu.
Síðani togaðust teir báðir William og Líggjas eina góða løtu, tó so at Líggjas so hvørt dragnaði nakað, til hann við 1400 metrum var góð 2 sekund aftanfyri. Líggjas byrjaði so smátt endaspurtin frá 1400 til 1450, fyri síðani av álvara síðstu 50 metrarnar, so at endin varð ein munur á 0.75 sekund, ella umleið ein hálv kropslongd.
Hesin William kom mestsum burturúr ongum, við eini tilmeldingartíð á 16:49.42, sum sambært SwimRankings er einasta tíð hjá honum í hesi grein á langgeil, frá Bergen Swim Festival í apríl mánaða, har hansara besta tíð á stuttgeil er 16:34.63. Hann vann her við 16:12.93, og hevur sostatt betrað seg 36,49 sekund í dag.
William er úr Hammerfest heilt har norðuri í Finnmørkini, sum herfyri flutti til Bergen at búgva og venja.
Men líkamikið, super flott av Líggjasi, at halda á í harðari kapping við fyrst grannarnar og síðani ein outsider’ara, til heiðursmerki og flott persónligt met.
Líggjas er enn fimtskjótari føroyingur nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen á 14:46.33, Óla Mortensen á 15:31.75, Marius I. Gardshodn á 15:58.96 og Alva Hjelm á 16:06.20. Sí listan her