Í morgin ári byrja NMU og EJM 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Her er eitt sindur av kunning um úrslit og stroyming frá hesum stevnum.

NMU 2024 – Helsinki 2. – 3. juli
Stevnupartur 1 týs 2/7 frá kl 10:00 Helsinki tíð (08:00 í Føroyum)
Stevnupartur 2 týs 2/7 frá kl 16:00 Helsinki tíð (14:00 í Føroyum)
Stevnupartur 3 mik 3/7 frá kl 10:00 Helsinki tíð (08:00 í Føroyum)
- Innbjóðing her av uimaliitto.fi
- Startlistar og úrslit síggjast á LiveTiming og Swimify
- Stroyming verður møguliga her á LiveTiming
Føroysku NMU-svimjararnir eru Fróði Hansen (2008) og Bárður Ólavsson (2008) úr FS, Silas D. Lindberg, Oddvaldur Leivsson, Óli Mikkelsen (2008) og Ólavur W. Jákupsson úr HS, Bjarta í Lágabø (2009) og Jórun Winther (2011) úr SuSvim, og Lea O. Højsted (2008), Róa Trygvadóttir (2008) og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir
EJM 2024 – Vilnius 2. – 7. juli
Innleiðandi hvønn dag frá kl 09:30 Vilnius tíð (07:30 í Føroyum)
Finalur hvønn dag frá kl 18:00 Vilnius tíð (16:00 í Føroyum)
- Stevnusíða her á ltuaquatics.com
- Startlistar og úrslit síggjast í app til iPhone og Android
- Stroyming kann keypast á euroaquaticstv.com
Føroysku EJM-svimjararnir eru Heini M. Askham (2006) úr Ægir og Isak Brisenfeldt (2006) úr HS.