Úrslit frá Ægir Open 17. – 18. februar 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open Februar 2024”, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 17. og sunnudagin 18. februar 2024.

Úrslitini síggjast eisini á LiveTiming, SwimRankings og Tempus

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 83 íðkarar og 21 lið úr 6 feløgum sum svumu seg til 560 úrslit, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.

Bestu avrik

Jakub Kraska (2000) úr Póllandi átti besta avrik, sum var 49.62 og 737 FINA-stig í 100 frí. Hetta svam hann sum fyrsti svimjari í 4×100 frí, fyri HS.

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir átti besta føroyska avrik, sum var 3:58.44 og 701 FINA-stig í 400 frí. Persónliga metið hjá honum er 3:55.22, frá NJM 2023 í Estlandi.

Alisa Vestergård (2003) úr SuSvim átti besta avrik hjá kvinnum, sum var 58.44 og 635 FINA-stig í 100 frí. Hon hevur fyrr svomið 57.27, á FMS 2022 í Tórshavn

Heiðursmerkjabýti

Havnar Svimjifelag vann flest heiðursmerki á hesi stevnu, Ægir næstflest og Suðuroyar Svimjifelag triðflest

FelagGullSilvurBronsa
HS13137
Ægir10119
SuSvim716
FS355
Glostrup
FLOT

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.