Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SMS Jólasprint 2023, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali í dag. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Tilsamans vóru tey 74 íðkarar og 17 lið úr 4 feløgum sum svumu seg til 317 úrslit í 31 kappingargreinum, á hesi stevnu í Havn í dag.
Besta avrik var tá ið Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir svam seg til tíðina 34.10 og 575 AQUA-stig í 50 metra bringusvimjing fyri kvinnur.