Tað gekk bara heilt væl hjá Bjartu í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag, nú tey avgreiddu fyrstu kappingar á Køge Open 2023. Hon luttók 3 ferðir og vann gull 2 ferðir, umframt at hon í triðju kappingini svam seg víðari til finalu við bestu tíð av øllum í hennara aldursbólki
- 100 blandað kvinnur – Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim 1:11.10 og víðari til finalu við bestu tíð av øllum í aldursbólkinum 14-15 ár
- 200 rygg kvinnur – Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim 2:24.95 og gull í aldursbólkinum 14-15 ár
- 200 frí kvinnur – Bjarta í Lágabø (2009) SuSvim 2:16.24 og gull í aldursbólkinum 14-15 ár
Úrslitið í 200 frí var eftir øllum at døma persónligt met hjá henni, í mun til 2:17.17 frá ABMS 2023 í Klaksvík í mai mánaða.
Tey vóru fleiri úr Føroyum afturat Bjartu sum kappaðust í dag, tó eftir øllum at døma uttan at svimja seg víðari til finalu ella heiðursmerki. Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se