Hetta vikuskiftið er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 í Jönköping, við luttøku av eisini tveimum ungum føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á Swimify, sviar heilsa at teir ætla at stroyma frá hesi stevnu.

Tær báðar sum skulu luttaka fyri Føroyar, eru Róa Trygvadóttir (2008) úr Ægir og Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag. Luttøkan hjá teimum sæst her á Swimify.
Útlitini eru best hjá Róu í 200 frí, og hjá Bjartu í 200 rygg, har tær verða styrkismettar til hvør sítt 9. pláss.
Stevnupartarnir eru tríggir
- Leygarmorgun frá kl 09:00 – Beinleiðis finalur
- Leygardag frá kl 15:00 – Beinleiðis finalur
- Sunnumorgun frá kl 09:00 Beinleiðis finalur
Tíðirnar eru her tær í Svøríki, sum eru 1 tíma frammanfyri okkara.