Úrslit frá Atlantic Open 2023

So eru síðstu kappingar avgreiddar á Atlantic Open 2023, sum var ein jalig kappingum við nógvum góðum tíðum og persónligum betringum, umframt nøkur met og onkrar kravtíðir eisini. Úrslitini síggjast her á Swimify, her á livetiming.se, og her á SwimRankings, umframt í viðfestu fílu

Føroyskt met og juniormet

Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir setti føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, við at svimja 1:11.47 har metið hjá Ásbjørg Hjelm frá FM á stuttgeil í 2015 var 1:11.53.

Føroysk juniormet

Isak Brisenfeldt (2006) úr HS svam ájavnt við føroyska metið í 200 metra firvaldasvimjing, við at svimja 2:06.94 sum er sama tíð sum Óli Mortensen svam á SuSvim Open í 2014.

Ægir (2006) setti føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið, við at svimja 3:47.23 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2021 var 3:58.80. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen, Heini M. Askham, Róa Trygvadóttir og Lea O. Højsted.

Ægir (2006) setti føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við at svimja 4:16.07 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2022 var 4:16.83. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen, Lea O. Højsted, Jonna Joensen og Heini M. Askham.

Hægstu FINA-stig

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir svam seg til besta avrik av øllum, tá ið hann í 800 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 8:19.16, sum gevur 701 FINA stig.

Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir svam seg til besta avrik hjá kvinnum, við at svimja seg til 1:11.47 í 100 metra bringusvimjing, sum gevur 664 FINA stig.

Kravtíðir til Oyggjaleikir

Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr FS kláraði kravtíð hjá SSF til Oyggjaleikir 2023, við at svimja 2:21.45 í 200 firvald har kravtíðin var 2:23.55.

Aðrir svumu eisini undir kravtíð til Oyggjaleikir, har talan tó var um svimjarar sum longu høvdu kvalifiserað seg í viðkomandi ella aðrari grein

  • Eyðrið Mortensen (2003) úr HS 9:10.11 í 800 frí, kravtíð 9:12.76
  • Róland Toftum (1998) úr SuSvim 1:03.29 í 100 bringu, kravtíð 1:04.34
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS 1:03.60 í 100 bringu, kravtíð 1:04.34
  • Róland Toftum (1998) úr SuSvim 29.06 í 50 bringu, kravtíð 29.62
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS 29.18 í 50 bringu, kravtíð 29.62

Kvalifiseraði til Oyggjaleikir

Tey sum innan kravtíðarskeiðið kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir, eru:

  • úr HS: Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Eyðrið Mortensen (2003), Vár E. Eidesgaard (2001) og Bartal E. Eidesgaard (2003)
  • úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003) og Róland Toftum (1998)
  • úr FS: Jóhanna Ólavsdóttir (2007)

Kravtíð til NJM

Lea Petersen (2009) úr Ægir kláraði kravtíð hjá SSF til NJM 2023, við at svimja 4:45.80 í 400 metra frísvimjing har kravtíðin er 4:48.86. NJM verður í desember.

Heiðursmerkjabýti

FelagGullSilvurBronsa
HS1297
Ægir10149
SuSvim969
FS445
FLOT011

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 53 íðkarar og 10 lið úr 5 feløgum sum svumu seg til 437 úrslit í 37 kappingum, hetta vikuskiftið í Havn.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.