Startlisti til SuSvim-stevnuna 4. mars 2023

Her eru luttakaralistar og skráir til báðar stevnupartarnar á svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna sum upprunaliga skuldi verða í svimjihøllini á Tvøroyri, ið av serligum orsøkum er flutt til Vágs.

Fyriskipararnir heilsa:

Upphiting er enn kl 09:30 og kapping kl 10:30.

Vit hava flutt startin av tí seinna partinum til kl 13 í staðin fyri kl 14.

Fyrri parturin endar ca kl 12, so tað verður ca 1 tími til upphiting til tey eldru eisini 🙂

Vit hava valt ikki at broyta kappingarnar, hóast at hylurin er 16m, soleiðis at

1 longd er 12,5m
2 longdir eru 25m
3 longdir eru 50m
6 longdir eru 100m

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.