Úrslit frá Ægir Open 18. og 19. februar 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í Klaksvík, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Luttakaratal

Tilsamans vóru tey 82 svimjarar og 22 lið úr 5 av okkara 6 feløgum, sum svumu seg til 571 úrslit í 50 kappingum.

Bestu avrik

Besta úrslitið átti Heini M. Askham (2006) úr Ægir, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til tíðina 16:04.71 og 676 FINA stig. Hetta var stórt nýtt met, í mun til hansara til nú persónliga met á 16.29.49 frá Ægir Open í november 2022, og er hann nú hin 6. skjótasti føroyski svimjarin nakrantíð í hesi grein.

Besta úrslit hjá kvinnum átti Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag, tá ið hon í 100 metra frísvimjing svam seg til tíðina 57.82 og 656 FINA stig. Hon átti eisini næstbesta úrslit hjá kvinnum, við 26.46 og 650 FINA stig í 50 frí.

Yvirlit yvir bestu 10 úrslit hjá monnum og kvinnum sæst her á swimrankings.net

Heiðursmerkjabýti

FelagGullSilvurBronsa
Ægir211814
SuSvim1678
HS121712
FS31013
FLOT010

Yvirlit yvir heiðursmerkjabýtið millum feløg sæst her á swimrankings.net

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.