Hóast vit ikki eru komin nógv meira enn í helvt við hesari heimsmeistarastevnuni í Budapest, so hava tað longu verið sera nógvar serligar hendingar, sum tola at verða tiknar framum.
Eg havi sjálvur verið sera upptikin av øll hinum sum vit skuldu, í sambandi við kapping og aðalfund og verkstovu og øðrum – men nú eigi eg eina løtu, og fari tí at samla eitt sindur saman …
Dagur 1 – Leygardag 18. juni 2022
Franski Leon Marchand knústi evropametið í 400 blandað. Hann var ikki serliga kendur áðrenn, men nú er hann tann skjótasti nakrantíð, aftanfyri Michael Phelps.
Dagur 2 – Sunnudag 19. juni 2022
42 ára gamli Nicholas Santos vann silvur í 50 firvald, aftanfyri stórfavorittin Caeleb Dressel. Hann var longu áðrenn hetta hin elsti nakrantíð at vinna HM-medalju.
Dagur 3 – Mánadag 20. juni 2022
Italski Thomas Ceccon setti heimsmet í 100 rygg við flottum yvirskeggi, og rumenski David Popovici vann gull í 200 frí við flottum juniorheimsmeti.
Dagur 4 – Týsdag 21. juni 2022
Ungarski Kristof Milok setti heimsmet í 200 firvald, við ekstremt hørðum útleggi so at høllin øll kókaði. Hann mundi ikki komið uppúr hylinum aftur 🙂
Amerikanski Bobby Finke vann 800 frí við sínum eyðkenda spurti. Ukrainski Romanchuk vann bronsu, merktur av at pápi hansara kríggjast í Ukraina.
Dagur 5 – Mikudag 22. juni 2022
Ungi Popovici vann eisini 100 frí, Leon Marchand eisini blandað, og 15-ára gamla Summer McIntosh vann 200 firvald við flottum juniorheimsmeti.
13-ára gamla Moon Sua úr Korea svam seg til hálvfinalu í 200 bringu, sum yngsti íðkari yvirhøvur á hesum HM. Hon er fødd í november 2008, og svam 2:27.91.
Ein skakandi hending var í hylinum har tey kappaðust í listarligari svimjing (synkronsvimjing), tá í amerikanska Anita Alvarez svímaði og mátti bjargast.
Avstralska Shayna Jack breyt hondina í upphiting, og mátti tí trekkja seg frá HM. Hon er heldur umstrídd, vegna ein dopingdóm sum hon sigur var av órøttum.
Dagur 6 – Hósdag 23. juni 2022
Amerikanski Ryan Murphy vann gull í 200 rygg og Lilly King í 200 bringu. Tey eru OL-meistarar men Murphy hevur ikki fyrr vunnið HM-gull, og King ikki í 200 bringu.
Tíðindi bórust eisini um at tilsamans 8 svimjarar tá vóru testaðir positivt fyri korona, og minst líka nógvir venjarar og dómarar. Tey fóru beint í isolatión í minst 6 dagar.
Dagur 7 – Fríggjadag 24. juni 2022
Amerikanska Katie Ledecky vann gull í 800 frí, sum fyrsti svimjari nakrantíð at vinna somu kapping á 5 heimsmeistarastevnum.
Tíðindi bórust eisini um at mannliga vatnpololiðið hjá Kanada nú mátti trekkja seg frá HM, vegna korona.
Dagur 8 – Leygardag 25. juni 2022
Italski Gregorio Paltrinieri vann gull í 1500 frí við flottum evropameti, har bara Sun Yang hevur svomið skjótari. Litaviska Ruta Meiltutyte er aftur, vann gull í 50 bringu.
Ein serlig og heldur óheppin hending var eisini, tá ið amerikanski Justin Ress fyrst varð kolldømdur og síðani góðkendur aftur, til at taka gullið í 50 rygg.
Saman um tikið
Katie Ledecky og Leon Marcand vórðu heiðraði sum bestu kappsvimjarar á HM 2022.
USA vann søguliga nógv heiðursmerki á hesi stevnu – heili 45 har metið áðrenn hetta var 38 frá HM 2017 (sum eisini var í Budapest). Sí NBC Sports