Úrslit frá FM og JM á langgeil 2022

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 4. til 6. juni 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Svimjarar á FML/JML 2022. Rúni Gaardbo eigur myndina

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 56 svimjarar og 33 liðsvimjingar úr 5 feløgum sum svumu seg til 562 úrslit í 80 kappingum á hesi stevnu.

Heiðursmerkjabýti

JM Yngri

FelagGullSilvurBronsa
Ægir1884
HS967
FS7106
SuSvim351

JM Eldri

FelagGullSilvurBronsa
HS1953
SuSvim843
Ægir750
FLOT022

FM

FelagGullSilvurBronsa
HS2287
SuSvim141015
Ægir61712
FS075

Bestu avrik

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag hevði besta avrik av øllum á hesi stevnu, tá ið hon í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til tíðina 30.30 sekund, sum gevur 703 FINA stig

Bartal E. Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag hevði besta avrik av monnum og á hesi stevnu, tá ið hann í finaluni í 100 metra frísvimjing svam seg til tíðina 53.95 sekund, sum gevur 657 FINA stig.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.