Altjóða svimjisambandið FINA bjóðaði herfyri Svimjisambandi Føroya at verða partur av eini serligari verkætlan til at styrkja um okkara fyrisiting, sum liður í ‘good governance’ átakinum hjá FINA ið varð sjósett í fjør summar.
Vit eru 10 lond sum eru vald út av teimum 209 ið eru limir í FINA, og verður uppgávan nú serliga at luttaka á eini 3-daga verkstovu ið verður fyriskipað í Budapest, nú meðan HM verður har í juni.
Útveljingin er vegna okkara heldur veika úrslit frá kanning sum FINA fyriskipaði í september 2021, ið vit síðani bøttu nógv um við lógarbroytingum og nýggju reglugerðum á aðalfundi SSF í apríl.
Vit kunnu møta við tveimum umboðum á hesari verkstovu, og verða tey undirritaði formaður í Svimjisambandinum, umframt nýggi aðalskrivarin Ann Ellingsgaard, ið longu hevur víst seg at vera ein fongur hesum viðvíkjandi.
Eftir ætlan endar hendan verkætlan við framløgu á HM á stuttgeil í desember. Vit í Svimjisambandinum eru spennt uppá hesa uppgávu, og hendan møguleika at fáa leiðbeining frá óivað sera vælskikkaðum ráðgevum.
Við svimjikvøðu
Rókur
One thought on “SSF við í FINA-verkætlan til at styrkja um okkara fyrisiting”