Úrslit frá ABMS 2022

Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistarastevnuni 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. mai 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Heiðursmerkjahandan á ABMS 2022. Dann Hjelm eigur myndina

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 99 svimjarar og 17 lið úr 5 feløgum sum svumu seg til 637 úrslit í 49 kappingum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.

Bestu avrik

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir átti besta avrik av øllum, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 4:15.74 og 571 FINA stig.

Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag átti besta avrik hjá gentum, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 2:21.14 og 478 FINA stig.

Stroyming

Allir 4 stevnupartar vórðu stroymdir á YouTube-rásini hjá SSF

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.