Besta liðsvimjingin hjá Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met, tá ið tey á Atlantic Open 2022 svumu seg til úrslitið 4:25.50 í 4×100 blandað fyri mix-lið, har metið hjá Ægir frá FM/JM og Føroyaleikum í fjør var 4:29.30.
Tey sum svumu fyri SuSvim, vóru:
- Bjarta í Lágabø rygg (1:14.33)
- Jón Hofgaard bringu (1:11.05)
- Róland Toftum firvald (1:01.07)
- Alisa Vestergård crawl (59.05)
2 thoughts on “SuSvim 4:25.50 og føroyskt met í 4×100 blandað fyri mix-lið”