Ægir settu fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 4×100 frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í innleiðandi riðlunum á Atlantic Open 2022 í Páls Høll svumu seg til úrslitið 4:10.64. Ægir áttu eisini nú farna juniormetið, á 4:14.26 frá Atlantic Open í fjør. Sí úrslitalistan her
Tey fýra sum svumu hetta juniormetið, vóru:
- Jonna Joensen (2005) 1:04.70
- Lea Petersen (2009) 1:09.48
- Heini M. Askham (2006) 57.44
- Líggjas Joensen (2008) 59.02
2 thoughts on “Ægir 4:10.64 og føroyskt juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið”