So er tað avgjørt – Russar og Hvítarussar sleppa ikki at luttaka á HM 2022 í Budapest, og Kazan sleppur ikki at hava HM á stuttgeil 2022

FINA hevur á stjórnarfundi í dag váttað, at russar og hvítarussar sleppa ikki at luttaka á HeimsMeistarastevnuni í Budapest nú í juni 2022, hvørki sum íðkarar ella dómarar. Hartil varð samtykt at vilja flyta Heimsmeistarstevnuna á Stuttgeil 2022, til eitt annað stað enn Kazan og Russland, tó enn við somu dagfesting í desember.

sunset building architecture tower
Photo by Pixabay on Pexels.com

Russiska svimjisambandið hevur í sambandi við hesa fráboðan kunngjørt, at tey trekkja allar sínar íðkarar frá øllum FINA stevnum, restina av hesum ári.

FINA fastheldur sína fordøming av russisku innrásina í Ukraina, og at vilja stuðla ukrainska svimjisambandinum, í hesi torføru tíð.

Sjálv leiðslan í FINA kunngjørdi nú í sambandi við stjórnarfundin, at eitt mál nú er reist í FINA Disciplinary Panel, ímóti russiska Ol-gullvinnaranum Evgeny Rylov, fyri brot á FINA reglurnar ísv stuðulstiltaki fyri kríggi herfyri.

(Nevndi Vladimir Morozov er her ikki kendi svimjarin, men ein skøyturennari sum hevur sama navn)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.