Hetta veit SwimmingWorld at siga, frá eini fráboðan tey hava fingið frá FINA:
“As the FINA events in Abu Dhabi have drawn to a close, fewer than 40 out of nearly 3830 (1.04%) accredited individuals are self-isolating, following positive PCR tests for COVID. They are being well cared for. Thanks to comprehensive public health measures, including detailed contact tracing, new daily case numbers have remained low. FINA is grateful to the local authorities for their extensive support in safeguarding the health of all participants.”
Undirritaði kann sum ein av teimum smittaðu vátta, at vit eru í góðum hondum, her í sóttarhaldi í Sameindu Arabisku Emiratunum. Her er øll neyðug hjálp at fáa, læknaliga og til at vónandi heilt skj´ótt at fáa okkum heim aftur.
Tilsamans vóru vit eini 37 sum testaðu positivt í Abu Dhabi, harav 15 íðkarar. 4 av hesum íðkarum vóru úr Singapore, sum merkti at alt liðið á tilsamans 16 svimjarar varð tikið úr kappingini longu hósdagin 16. desember.
Onkrar stjørnur fullu eisini – Tom Dean, olympiskur meistari í 200 frí, varð noyddur at trekkja seg vegna tætt samband við ein smittaðan, og Max Litchfield testaði positivt. Max sær tó út til at hugna sær í sóttarhaldi;
Men, hesi 37 eru altso tey sum vórðu fangaði her í leypi av HM, og vita vit í øllum førum um okkurt føri afturat, sum er testað positivt við heimkomu. Vónandi verða tey fá.
úr Al Ain
Rókur