Klárar tú 200? – Nýtt átak til at betra um svimjiførleikan í Føroyum

Svimjisamband Føroya fer nú undir eitt átak til at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at kanna, um teir klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól. Ein serlig nál er gjørd til tey sum prógva hetta, og var sjálvur Løgmaður hin fyrsti at gera tað.

Løgmaður klárar 200. Lis Gøthe í Jákupsstovu eigur myndina

Hetta hendi í Svimjihøllini í Gundadali fríggjamorgunin hin 3. desember, har undirritaði formaður í SSF var eftirlitsfólk. Løgmaður kláraði tað eftir bókini, og var tí fyrstur at fáa serligu nálina sum SSF hevur fingið framleitt til endamálið.

Løgmaður heldur um átakið:

”Mær dámar væl, at svimjisambandið varpar ljós á svimjiførleika, og tí vil eg fegin stuðla teimum. At duga at svimja hevur stóran týdning í einum landi sum okkara. Bæði fyri heilsuna og fyri at kunna lívbjarga sær í vandastøðum,” sigur Bárður á Steig Nielsen.

Endamálið hjá okkum í Svimjisambandinum er júst hetta, sum Løgmaður sigur, at varpa ljós á svimjiførleikan hjá føroyingum, og á týdningin av at kunna svimja ein ávísan tein, til betri at kunna lívbjarga sær úr møguligari vandastøðu.

Vit vita tíverri, at støðan er ikki góð við svimjiførleika í Føroyum, har tey í 2018 vóru bara 44% sum hildu seg klára at svimja 200 metrar, tá ið vit spurdu allar næmingar í fimta flokki, umframt føroyingar 16 ár og eldri við Gallup-kanning.

Og, vandin er har – Í Gallup-kanningini søgdu 20% seg hava verið í vanda fyri at drukna, onkuntíð.

Átakið nú kann vónandi verða eitt amboð til at betra um hetta, har hugsanin er, at fólk gjarna árliga kanna sín svimjiførleika, afturfyri at kunna ogna sær hesa nál frá Svimjisambandi Føroya, og tá eisini gjarna geva okkum nakrar grundleggjandi upplýsingar sum bústað, kyn og aldur, til hagtølini.

Átakið er longu byrjað, og ætla vit at koma so nógv út sum tíð og orka røkkur til, havandi í huga at vit eru sjálvboðin fólk. Tað verður sikkurt trupult at røkka út allastaðni, men ætla vit at geva tí ein erligan kjans restina av 2021 og sikkurt eitt petti inn í 2022 eisini.

Í ár er nálin ókeypis, vegna hollan stuðul frá SMS, og tí at tað er fyrstu ferð. Har burdu verið ríkiligt av nálum til umfarið nú, og verður tað so tikið upp til eftirfylgjandi støðutakan í SSF, um vit skulu halda áfram við nál til eisini í 2022, ella um tað er frægari at bíða.

Áhugaði kunnu fylgja við á heimasíðu SSF ella fylgja okkum á sosialu miðlum, har vit nú hava stovnað eina Instagram-kontu, til myndir og tílíkt frá átakinum:

Vegna Svimjisambandið vil eg takka serliga Løgmanni fyri at sýna hesum tiltaki so stóra vælvild, at hann beinleiðis legði kropp til hesa fyrstu roynd hjá okkum. Vónandi verða vit nógv, sum nú gera honum fylgi hesa næstu tíðina. 

Rókur í Jákupsstovu, formaður

Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.