Fín byrjan uppá NM/NJM 2021

So byrjaði Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2021 í Upplands Väsby, við innleiðandi riðlum nú fyrrapartin. Føroyingarnir høvdu ein heldur harðan ferðadag í gjár, men eru glaðir um síni avrik ´í morgun, har fleiri svumu bestu tíðir, og onnur vóru nær við.

Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at svimja seg víðari í finalu í 50 metra ryggsvimjing, og hartil verður liðsvimjingin hjá kvinnum 4×200 metra frísvimjing við í finalu eisini.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0

400 frí kvinnur

  • Eyðrið Mortensen (2003, HS) 4:34.78 (tilm.tíð 4:29.75)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) 4:38.47 (tilm.tíð 4:42.55)

400 ´frí menn

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 4:21.67 (tilm.tíð 4:20.85)

50 rygg kvinnur

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 28.88 (tilm.tíð 29.07)

50 frí kvinnur

  • Ronja Ró í Dímun (2004, HS) 26.96 (tilm.tíð 27.05)
  • Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 26.98 (tilm.tíð 26.72)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) 29.26 (tilm.tíð 29.48)

50 frí menn

  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 23.78 (tilm.tíð 23.92)
  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 25.38 (tilm.tíð 25.37)

Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se.

Í Svøríki hava tey frætt, at møguliga verður stroyming, men at tey ikki enn vita hvar og hvussu.

Har hava verið ávísar avbj´´óðingar á ferðini, har flúgvarin úr Keypmannahavn var seinkaður, og har síðani var okkurt við yvirbooking á hotellinum, so at tey fyrstu nátt máttu fara á annað hotell at yvirnátta.

Men nú er kappingin í gongd, og tey hava tíbetur ikki mist ferðina fyri tað 🙂

Vegna SSF

R´ókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.