Aðalskrivari til Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya søkir eftir aðalskrivara at taka sær av dagliga virkseminum í sambandinum, sum parttíðarstarv í Havn ella Saltangará. Nakað av ferðing er væntandi, umframt uppgávur eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Svimjisambandið varð stovnað í 1980, og hevur í dag 6 virkin limafeløg við góðum 800 limum tilsamans. Virksemið er í løtuni serliga innan kappsvimjing, lívbjarging og svimjiførleika, umframt at vit komandi 2 árini hava formanskapin í norðurlendska svimjisambandinum.

Nýggi aðalskrivarin skal

  • hava viðkomandi útbúgving og/ella royndir
  • hava góðar samskipanareginleikar
  • vera álítandi og álitisvekjandi
  • hava lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk
  • duga væl at orða seg á føroyskum og enskum í talu og á skrift
  • hava góðar telduførleikar til fyrisitingarlig endamál

Afturfyri bjóða vit eitt spennandi starv, sum aðalskrivarin kann seta sín egna dám á. 

Til ber at frætta meira um starvið hjá Róki í Jákupsstovu, formanni, á telefon 219754 ella teldupost rokur@ssf.fo.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Umsókn skal sendast til ssf@ssf.fo í seinasta lagi tann 31. desember 2021.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.