Sorgarboð úr Ukrania, fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjfelag er deyður av fylgisjúkum av COVID-19, einans 36 ára gamalur. Til ber at stuðla konuni Irinu og báðum børnunum, Onnu og Artemii, umvegis hetta GoFundMe-átak
Oleksii varð fyri tíð síðani sjúkur av korona sum so aftur viðførdi álvarsligan lungnabruna, soleiðis at hann hesar síðstu 21 dagarnar lá í respirator. Konan og børnini fingu eisini korona, men eru frísk aftur. GoFundMe-átakið er serliga tí at tað er so øgiliga dýrt hjá teimum at gjalda fyri intensivari viðgerð, har yviri í Ukrania.