Kappingarskrá til FM og JM á stuttgeil 2021

Her eru kappingarskráirnar (startlistarnir) til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum tær síggja út nú aftaná at freistin fyri at melda frá er farin. Gevið gætur, at vit nú eru farin aftur til upprunaligu ætlan, við eisini liðsvimjingum allar tríggjar dagar, vegna broytingar í tilmælunum og í samráð við koronaráðgevingina. Skráirnar síggjast eisini her á livetiming.se

Tíðarætlanin er nú aftur sum lýst í upprunaligu innbjóðingini

  • 1. partur: Fríggjamorgun 12. november frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 2. partur: Fríggjadag 12. november frá kl 17:00 – FM finalur
  • 3. partur: Leygarmorgun 13. november frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 4. partur: Leygardag 13. november frá kl 17:00 – FM finalur
  • 5. partur: Sunnumorgun 14. november frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 6. partur: Sunnudag 14. november frá kl 16:00 – FM finalur

Vegna koronatilmælini eru øll biðin um at hava koronapass, sum møta í høllini – og tíverri kunnu vit ikki bjóða áskoðarum og øðrum í høllina; men mugu avmarka okkum til tey sum eru beinleiðis partur av stevnuni (svimjarar, venjarar, leiðarar, dómarar, hjálparfólk og sjónvarpslið).

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.