Úrslit frá HS Open 11. og 12. september 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin 11. og 12. september 2021.

Úrslitini síggjast eisini her í nýggju úrslitaskipanini hjá okkum, open.tempus.fo, umframt her á livetiming.se

Tilsamans vóru tey eini 61 svimjarar sum startaðu 389 ferðir sum einstaklingar og 29 ferðir sum lið, á hesi fyrstu svimjistevnuni í svimjiárinum 2021-2022, harav 32 vóru av kvennkyni og 29 av kallkyni.

Besta úrslit átti Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001) úr Havnar Svimjifelag, tá ið hon í 800 metra frísvimjing svam seg til 674 FINA stig, við tíðini 9:06.56

Besta úrslit hjá monnum átti Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag, tá ið hann í frí setti persónligt met við tíðini 51.69, ið gevur 657 FINA stig.

Tvær nálir vórðu handaðar á hesi stevnu – Ari Rasmussen Weihe (2005) úr Havnar Svimjifelag fekk bronsunál við stjørnu fyri at klára 26.70 í 50 frí á hesi stevnu, og Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag fekk silvur nál fyri at klára 5:26.16 í 400 blandað á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Klaipeda í Litava í juli.

Hetta var fyrstu ferð at vit royndu nýggju stevnuskipanina Tempus, og gekk tað heilt ókey. Okkurt er enn at fáa upp á pláss; men sum heild eru afturmeldingarnar góðar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.