Hetta hendi fyri viku síðani – FINA skrivar her um, hvussu tey høvdu fingið prógv um at usbekiska svimjisambandið hevði manipulerað úrslit frá svimjistevnum í Usbekistan í 2020 og 2021, í eini roynd at fáa íðkarar kvaliiseraðar til OL í Tokyo, og at FINA tí hevði kolldømt hesi.
Usbekiska svimjisambandið kærdi avgerðina hjá FINA til altjóða ítróttardómstólin CAS, sum so aftur avvísti hesa kæru. Eftir er nú hjá FINA, um tey vilja eyka sanktiónir á usbekiska svimjisambandið, út yvir at hava kolldømt nevndu úrslit.
Tað heila byrjaði við indiska bringusvimjaranum Lilith Prema, sum luttók á OL-úttøkustevnuni hjá usbekum í Tashkent, og har eftirfylgjandi segði seg hava verið vitni til, hvussu usbekar broyttu uppá úrslitini. FINA nevnir hann ikki við navni, men skrivar síðst í sínum um málið, at “FINA would also like to thank the whistleblowers for their courage in reporting this nefarious behaviour.”
Photo courtesy of Inga, CC BY-SA 2.0