Kolesnikov EM-gull og stevnumet í 100 frí, og doyði so í 100 rygg

Russiski Kliment Kolesnikov varð í kvøld evropameistari í 100 metra frísvimjing, við nýggjum stevnumeti 47.37, har franski Alain Bernard átti hitt gamla á 47.50, frá afturi í 2008, tá ið sokallaðu ‘superdraktirnar’ enn vóru eitt ting. Eitt óført úrslit hjá hesum svimjara sum annars er mest kendur fyri sína ryggsvimjing.

Men, sjálvt Kolesnikov vísti seg sum eitt menniskja, tá ið hann einar 10 minuttir seinni skuldi royna at kvalifisera seg í hálvfinalu til finaluna í 100 rygg, og tá vísti seg at ikki hava fleiri skot eftir í byrsuni. Stakkalin varð tá so sýraður til, at hann small um og mátti fáa hjálp, við tí úrsliti at heiðursmerkjahandanin í 100 frí mátti útsetast.

Í fyrstu kapping var spenningur um, hvussu vítt italski Paltrinieri kundi vinna gull eisini í 1500 frí, aftaná fyri bara fáum døgum síðani at hava vunnið trý gull í svimjing í opnum vatni. Hann royndi tað hann kundi, og fór eitt gott sekund per 100 metur frá hinum tær fyrstu longdirnar, áðrenn Romanchuk tók hann aftur og vann.

Svenska Sophie Hansson megnaði at vinna gull í 100 metra bringusvimjing, ungarski Kristof Milak svam heimsins næstbestu tíð nakrantíð í 200 firvald (har hann sjálvur eigur ta bestu), og Russland megnaði at vinna á Stórabretlandi og restini í 4×200 frí. Enn eitt spennandi kvøld, sum alt kann síggjast og endursíggjast her.

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.