Signhild Joensen royndi seg í gjárkvøldið í A-finaluni í 50 metra ryggsvimjing á Danish Open 2021, og svam seg har til eitt sættapláss við tíðini 29.68. Hetta var 12 hundraðpartar av einum sekundi betri enn hennara innleiðandi tíð á 29.80 sekund, og bara 14 hundraðpartar av einum sekundi frá hennara føroyska met á 29.54, frá Evropameistarastevnuni í Glasgow í 2018. Sí úrslitalistan her