Royna eftir kravtíðum uttan at venjarin kann vera til staðar

Ein áhugaverd grein her á Politiken, um hvussu korona-avmarkingarnar eru strangari nú í sambandi við Danish Open í Taastrup, í mun til á Swim Open Stockholm fyri bara viku síðani.

Nú í Taastrup kunnu tey í mesta lagi vera 30 fólk til staðar í høllini í senn, sum merkir at har eru bara 4 svimjarar í hvørjum riðli, og so annars teir dómarar og tey hjálparfólk sum annars skulu til, so at stevnan kann verða offisielt góðkend.

Og her er tað so, at tað t.d. ikki er pláss fyri venjarunum hjá viðkomandi svimjarum, ið er nakað sum tiltikni venjarin Flemming Poulsen heldur vera ‘galimatias’

»Når jeg handler i Føtex, må der være flere hundrede mennesker i et lokale, der er markant mindre end en svømmehal. Det er galimatias«, lyder dommen fra Danmarks mest rutinerede træner, Flemming Poulsen, der var landstræner fra 1985 til 1996 og nu som assistenttræner i nordsjællandske Sigma må nøjes med at følge løbene via en computer i et tilstødende lokale.

Sambært journalistinum Allan Nielsen, so vóru tey 13 svimjarar sum í Stockholm vóru minni enn eitt sekund frá kravtíðunum til OL og EM, og sum nú altso í mun til har, skulu royna eftir hesum síðsta nú uttan at hava venjaran hjá sær.

Eg eigi kanska líka at viðmerkja, at hetta er Dansk Svømmeunion sum ger seg ómøgulig, men heldur tann avbjóðing sum tey hava havt nú yvir langa tíð, at skipa stevnuna so mikið strangt, at tey yvirhøvur sleppa at hava hana.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.