So er tað Danish Open 2021

Í morgin byrjar Danish Open 2021, har Signhild Joensen úr Ægir eisini luttekur, nú ísv Danish Open fyri sítt danska felag Kvik Kastrup. Startlistarnir síggjast her, úrslitini verða at síggja her, og stevnan verður øll stroymað beinleiðis á SuperLive.

Danish Open plagar at vera týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum, har tey tó í ár vegna korona hava skift til kravtíðarskeið heldur enn ávísar stevnur. Dagarnir nú eru síðsti kjansur hjá teimum at klára kravtíð til EM, meðan kravtíð til OL kann klárast eisini fram til og við EM í Budapest í mai mánaða.

Signhild er meldað til í vanligu greinunum hjá sær, sum eru 50, 100 og 200 rygg. Hon kappast sostatt nú leygardagin 17. apríl í 100 rygg, mánadagin 19. apríl í 50 rygg, og síðani týsdagin 20. apríl í 200 rygg.

Kappast verður í Taastrup Svømmehal, við strongum koronaavmarkingum, við innleiðandi hvønn morgun frá kl 09:30 danska tíð (kl 08:30 í Føroyum), finalum hvønn seinnapart frá kl 16:45 danska tíð (kl 15:45 í Føroyum), umframt at ávísar kappingar verða avgreiddar sum beinleiðis finalur beint uppundir finalurnar.

Ymisk viðkomandi leinki av svoemmetider.dk og livetiming.dk:

Sí eisini svoem.org

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.