Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 27. mars 2021 sín árliga aðalfund, í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Símun Michael Sørensen og Ólavur Hansen stóðu fyri vali, umframt tiltakslimur Dann Hjelm. Allir tríggir vórðu afturvaldir.

Starvsnevndin hevði sum innkomið mál, at broyta lógina fyri Svimjisamband Føroya so at hon ikki longur krevur at limirnir í teknisku svimjinevndini skulu vera góðkendir yvirdómarar ella startarar. Hetta varð samtykt.

Starvsnevndin hevði eisini sum innkomið mál, at keypa stevnuskipanina Tempus Open, so at vit framyvir fara at kunna melda til og hava øll okkara úrslit í eini felags skipan á netinum. Hetta varð eisini samtykt.

Undir ymiskt kunnaði starvsnevndin hartil um eina nýggja reglugerð sum nú kemur í gildi, sum stutt sagt definerar at føroysk met kunnu setast í somu greinum sum FINA loyvir til heimsmet. Sí Reglugerð um føroysk met og juniormet

Hartil varð prátað um mangt og hvat, og var fundurin sum heild sera jaligur.

Her niðanfyri er formansfrágreiðingin umframt roknskapur SSF fyri 2020.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.