Úrslit frá SuSvim-stevnuni 6. mars 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll hin 6. mars 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4, har tey heldur serliga svumu uppá tvørs í langhylinum í Vági, nú tað vegna koronatilmælini ikki bar so væl til at hava svimjikapping í skúlahylinum á Tvøroyri.

SuSvim-stevna 6. mars 2021 í Páls Høll. Atli Vestergård eigur myndina

Fyriskipararnir heilsa:

Hey

Her eru úrslitini frá stevnuni í Páls Høll í dag 🙂

Vegna tær serligu umstøðurnar við Covid 19, royndu vit sum frægast at gera eina hugnaliga stevnu fyri øll, og halda vit at tað eydnaðist bara heilt væl.

Stefettirnar eru ikki við í úrslitalistanum, tí at vit koyrdu øll saman til 3 lið, og so fingu øll hvør sína medalju. Tað vóru øll glað fyri 🙂

Vit takka fyri góða uppmøting og gott lag.

Við svimjukvøðu

vegna SuSvim

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.