Ein sera flott video her, av svimjihyljunum í Reykjavík sum nú standa tómir. Sí mbl.is
Allir svimjihyljar hava verið stongdir í tvær vikur í íslendska høvðsstaðarøkinum, síðani hin 7. oktober 2020, vegna støðuna við koronu.
Tað er Reykjavík, Hafnarfjørður, Kópavágur, Mosfellsbær og Garðabær.
Av somu orsøk hava tey í íslendska svimjisambandinum verið noydd at útseta íslendsku meistarastevnuna á stuttgeil, fyrst frá 13. – 15. november til 27. – 29. november, og síðani nú til 18. – 20. desember.
Tey vóna at fáa svimjarar aftur í hylin kanska longu í morgin.