Swimming World veit at siga, at italski kappsvimjarin Alex di Giorgio hin 13. september testaði positivt fyri Enobosarm (Ostarina), sum virkar nakað sum mannliga kynshormonið testosterone til at vaksa um vøddar og styrki.
Um onkur ikki minnist di Giorgio, so var hann argasti kappingarneyti hjá Páli Joensen á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Beograd í 2008, í kritisku fyrstu kappingini 400 metra frísvimjing.
Pál vann sum kunnugt hesa kapping, umframt eftirfylgjandi eisini 1500 frí og 800 frí, meðan di Giorgio vann silvur har í 400 frí umframt bronsu í 200 frí. Báðir luttóku á OL í 2012 og 2016, di Giorgio fyri Italia í 4×200 frí.