Rumbul í Nýsælandi, nú korona rakar ymiskt ísv meistarastevnu

Seinastu dagarnar hevur tað verið rættiligt rumbul í nýsælendsku svimjingini, av tí at har eru ymisk koronakrøv alt eftir hvar ið tú býrt í landinum, har serliga svimjarar úr størsta býinum Auckland tí illa fáa luttikið á meistarastevnuni í Hamilton hin 6. til 10. oktober.

Nýsæland er sum er býtt upp í tvey, har Auckland er á “Alert Level 2”, sum merkir at tey kunnu ikki vera fleiri enn 100 samlaði, meðan Hamilton á “Alert Level 1” ikki hevur sovorðna avmarking.

Hin 15. september kunngjørdi nýsælendska svimjisambandið, at tey høvdu avgjørt at flyta stevnuna úr Auckland til Hamilton, vegna tað at hendan herda støða í Auckland tá var galdandi í øllum førum fram til hin 21. september. Tey arbeiddu tá við eini loysn til at fáa svimjararnar úr Auckland isoleraðar frá restini.

Tilmeldingarfreistin var so á midnátt nú fyrrakvøldið hin 23. september, har tey síðani í gjár sendi út ein startlista, har allar teir 213 svimjararnar úr Auckland væntaðu, og so var rok.

Nýsælendska svimjisambandið kunngjørdi tá sambært Swimming World, at um ikki størsti býurin kundi luttaka, so kundi hetta ikki vera ein meistarastevna. Ein avgerð sum ikki kundi takast fyrr enn forsetismálaráðharrin kunngerð møguligar broytingar hin 5. oktober, tvs. dagin fyri stevnuna, at koma í gildi hin 8. oktober.

Fólk vóru sjálvsagt uppøst, tí tey høvdu bílagt hotel osfr, og tí at svimjararnir í Auckland tá enn ikki kunnu luttaka teir báðu fyrstu dagarnar á stevnuni, sum so møgulig er ein meistarastevna ella ikki. Onkur helt at tey í Aucklandi kanska áttu at sloppið at roynt bara heima í Aucklandi, og at úrslitini so kundu samansjóvast.

Í dag skrivar Swimming World úr Nýsælandi, at summir svimjarar úr Auckland kanska fara at fáa møguleika at luttaka eisini teir báðar fyrstu dagarnar, tó uttan at tað er greitt um hetta verður heima í Auckland ella í Hamilton. Og at eingin veit fyrr enn dagin áðrenn stevnuna, um hon er ein meistarastevna ella ei.

Nýsælendska svimjisambandið roynir her at svara hesum ymisku spurningunum, serliga um í hvønn mun tey úr Aucklandi sleppa at luttaka ella ei, og har serliga hatta rættiliga greitt vísir, hvussu fløkt støðan er hjá teimum:

Will the event still be a “Nationals”?

Yes and No.  Any finals raced that have the ability to include Aucklanders, hopefully,Thursday – Saturday, will be officially recorded as National Championship results. Those finals that are swum when Aucklanders are not allowed to attend, at this stage Tuesday and Wednesday, will be officially recorded as part of the 2020 Aon NZ Short Course Series. 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.