Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona dagført (aftur)

SSF avtalaði nú hósdagin hin 14. mai við corona-ráðgevingina, at vit strika tilmælið um at hava minst 4 metrar millum hvønn svimjara sum svimja á rað, fyri heldur at halda okkum til almenna tilmælið um at hava, í hesum føri, minst 2 metrar millum fólk sum íðka ítrótt.

Photo by Jele boscan from PxHere

Formliga grundgevingin er, at sjálvt heilt skjót kappsvimjing ikki er skjótari enn tá ein gongur hampuliga skjótt, góðar 2 metrar um sekundið, so at tað gongur í øllum førum 1 sekund áðrenn næsti svimjari er har hin fyrri var.

Umframt, sjálvsagt, at almenna tilmælið er 2 metrar, tá ið ein íðkar ítrótt.

Eitt ‘shout-out’ til unga FLOT-venjaran Otto Jacobsen, sum nú eftirfylgjandi hevur mint okkum gomlu á, at allir kappsvimjarar læra at anda inn yvir vatninum og út undir vatninum, tá ið teir svimja.

Har burdi tí ikki verið nakar trupulleiki at nakar andar út í andlitið á einum øðrum svimjara, millum hesi fáu, royndu sum nú venja fram ímóti ABMS og FM 2020, í øllum førum ikki so leingi sum tey svimja.

Takk Otto ! 🙂

Og forrestin, nú fleiri útgávur finnast av hesum venjingartilmæli, so hava vit gjørt ein teig her uppi í høgru síðu á heimasíðu SSF, til at vísa á nýggjastu útgávu:

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.