Svenski Victor Johansson er sambært Sveriges Radio raktur av ‘mystiskari’ sjúku, sum ger at hansara testosteron-virði eru farin í botn. Hann er staddur í Los Angeles, har hann er ‘student athlete’ á University of Southern California – men síðani í oktober/november er tað bara gingið verri og verri við venjingini, og nú er so sjálvsagt alt tað við COVID-19 og stongdum svimjihallum eisini.
Vit føroyingar kenna rættiliga væl Victor, nú hann er bara eini tvey ár yngri enn Óli Mortensen, og hartil svimur ella svam umleið somu sergrein.