Fyriskipararnir av EYOF 2021 hava avgjørt at flyta hesa stevnu sum skuldi verða í Banská Bystrica í Slovakia í juli 2021, til heldur at verða í 2022. Hetta tí at OL hervið varð útsett í eitt ár, til nú at verða umleið samstundis sum hetta EYOF í 2021. Lesið her á Inside the Games
EYOF 2021 er viðkomandi fyri okkum føroyingar, nú vit í 2019 luttóku á hesi stevnu í Baku í Aserbadjan, við fimm føroyskum svimjarum umframt einum judo-íðkara.
Tað var ein dýr stevna fyri okkum at luttaka á, men eisini týðandi við tað at tað kanska og vónandi er eitt stig á leiðini til olympiskan limaskap.