Kandiarar fara ikki at senda nakran íðkara til OL í Tokyo 2020, um hesir byrja sum ætlað hin 24. juli. Hetta avgjørdu kanadiska olympiska nevndin og kanadiska paraolympiska nevndin í gjárkvøldið, og setur hetta væl enn meira trýst á altjóða nevndin IOC um at útseta ella avlýsa leikirnar.
RELEASE: The Canadian Olympic Committee and Canadian Paralympic Committee have made the difficult decision to not send Canadian teams to the Olympic and Paralympic Games in the summer of 2020: https://t.co/HyOBA5wwp4 pic.twitter.com/x9OWABVxMA
— Team Canada PR (@TeamCanadaPR) March 23, 2020
Áðrenn hetta hevur avstralski forsætismálaráðharrin kunngjørt, at tey innføra bann í minst 6 mánaðir fyri allar ferðir sum ikki eru alneyðugar, ið sum skilst eisini forðrar fyri at Avstralia luttekur á OL 2020 í Tokyo, í øllum førum um teir verða nú í summar.