Evropeiska svimjisambandið LEN skrivar nú her, at tey við brævatkvøðu hava avgjørt at útseta Evropameistarastevnuna á langgeil 2020, umframt EM fyri masters og ársaðalfundin.
Hesi tiltøkini skuldu øll verða í mai mánaða, men er EM 2020 nú fyribils flutt til heldur at verða hin 17. til 30. august 2020, meðan dagfestingar fyri EM fyri masters og ársaðalfundin koma seinni.