Stevnur avlýstar um allan heim

USA Swimming kunngjørdi í gjár at øll tiltøk eru avlýst sum krevja at fólk ferðast ella koma saman hesar næstu 30 dagarnar, so sum svimjistevnur, venjingarlegur og ráðstevnur.

Spanska svimjisambandið avlýsti sína OL-úttøkustevnu, amerikanska NCAA hevur avlýst sína vetrarmeistarastevnu og fraklendingar hava avlýst sína juniormeistarastevnu.

Í morgun kunnger kunnger avstralska svimjisambandið at avstralska meistarastevnan er avlýst, umframt avstralska meistarastevnan fyri aldursbólkar.

Sum skilst, so umhugsa kanadiarar eisini hvat teir skulu gera við sínari OL-úttøkustevnu, og har eru óivað onnur við teimum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.