Tey avgreiddu síðstu finalur á Reykjavík International Games 2020 í dag, har nógvir føroyingar luttóku, og har fleiri enntá vunnu sær heiðursmerki.
- Róland Toftum (1998, SuSvim) vann gull í 50 bringu við 30.09
- Rókur Trygvason (2000, Ægir) vann silvur í 50 frí við 24.07
- Vár E. Eidesgaard (2001, HS) vann bronsu í 400 frí við 4:34.31
- Signhild Joensen (2000, Ægir) vann gull í 200 rygg við 2:19.55
- Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) vann silvur í 200 frí við 1:59.50
- Johan N. Dam (2002, HS) vann bronsu í 200 frí við 2:00.25
Sí allar úrslitalistarnar her. Úrslitini omanfyri eru bara tey í opnu í finalunum í dag har føroyingar vunnu heiðursmerki, men har vóru nógv flott føroysk úrslit afturat hesum.
Sí eisini listan yvir heiðursmerki her, har vit kunnu lesa at føroyingarnir tilsamans vunnu eini 3 gull, 4 silvur og 6r bronsu í opnu kappingini
- Róland Toftum (1998, SuSvim) gull í 50 bringu og silvur í 100 bringu
- Vár E. Eidesgaard (2001, HS) gull í 800 frí og bronsu í 400 frí og 400 blandað
- Signhild Joensen (2000, Ægir) gull í 200 rygg og bronsu í 100 rygg
- Johan N. Dam (2002, HS) silvur í 1500 frí, og bronsu í 200, 400 og og 200 firvald
- Rókur Trygvason (2000, Ægir) silvur í 50 frí
- Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) silvur í 200 frí