Føroyingarnir hava nú avgreitt sítt, hendan triðja dagin á Íslandsmeistaramótinum á stuttgeil 2019, og varð tað eisini í dag til nøkur pláss har heilt frammi í hópinum.
- í 1500 frí fyri kvinnur var Vár E. Eidesgaard (2001), HS skjótast av øllum við 16:53.79
- í 200 rygg fyri kvinnur var Signhild Joensen (2000), Ægir næstskjótast av øllum við 2:12.34, og Kristina í Skála (2005), HS fimtskjótast við 2:25.80
- í 200 frí fyri menn var Bartal E. Eidesgaard (2003), HS skjótast av øllum við 1:53.34
- í 50 firvald fyri menn var Bartal E. Eidesgaard (2003), HS fimtskjótast av øllum við 26.58
- í 50 bringu fyri kvinnur var Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir fjórskjótast av øllum við 34.51, og Eyðrið Mortensen (2003), HS nr 8 við 36.19
- í 200 bringu fyri menn var Rókur Trygvason (2000), Ægir næstskjótast av øllum við 2:19.68
- í 100 frí fyri kvinnur var Vár E. Eidesgaard (2001), HS næstskjótast av øllum við 56.89, og Barbara Debes (2000), Ægir fimtskjótast við 1:00.10
- í 200 blandað fyri kvinnur var Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir nr 8 við 2:31.44
Øll úrslitini frá ÍM 25 síggjast her á swimrankings.net.
Har er eisini hetta yvirlitið yvir betringum hjá ymisku svimjarunum, ið bendir á at allir teir føroysku svimjararnir betraðu seg í minst einari grein í part.
Til ber at hyggja at øllum finalunum her á oz.com, umframt vist nokk onkrum av innleiðandi pørtunum eisini.