Tey eru liðug við 2. dag á Íslendsku Meistarastevnuni á stuttgeil 2019, og gekk tað útmerkað. Føroyingarnir eru í heilum heilt frammi millum bestu íslendsku svimjararnar, og svimja tí neyðturviliga skjótt eisini.
- í 400 blandað fyri kvinnur varð Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir nr 4 við 5:07.77, meðan Kristina í Skála (2005), HS varð nr 9 við 5:25.88
- í 200 frí fyri kvinnur varð Vár E. Eidesgaard (2001), HS nr 1 við 2:01.95, meðan Barbara Debes (2000), Ægir varð nr 4 við 2:10.31
- í 200 blandað varð Bartal E. Eidesgaard (2003), HS nr 1 við 2:08.64
- í 100 bringu varð Eyðrið Mortensen (2003), HS nr 4 við 1:17.30, meðan Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir varð nr 7 við 1:17.52
- í 50 bringu varð Rókur Trygvason (2000), Ægir nr 3 við 29.82
- í 50 firvald varð Kristina í Skála (2005), HS nr 4 við 30.21, meðan Barbara Debes (2000), Ægir varð nr 8 við 30.94
- í 100 frí varð Rókur Trygvason (2000), Ægir nr 2 við 51.45, meðan Bartal E. Eidesgaard (2003), HS varð nr 7 við 53.69
- í 100 rygg varð Signhild Joensen (2000), Ægir nr 2 við 1:01.95, meðan Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS varð nr 5 við 1:06.02
- í 800 frí varð Vár E. Eidesgaard (2001), HS nr 1 við 8:54.14, meðan Eyðrið Mortensen (2003), HS varð nr 4 við 9:15.76
Føroyingarnir verða sum nevnt ikki kosnir íslendskir meistarar, men fáa heiðursmerki og fara á heiðursmerkjapallin til tað pláss sum tey høvdu havt um talan var um opna kapping.
Altso, um har stendur at tey vórðu nr 1, omanfyri, so fingu tey eitt gullheiðursmerki heimvið, og silvur fyri nr 2 og bronsu fyri nr 3.
Øll úrslitini síggjast her á swimrankings.net
Kappast verður í morgin afturat, við innleiðandi riðlum frá kl 09:30 og finalum frá kl 16:30. Til ber at fylgja við finalunum beinleiðis her á oz.com