Sundsamband Íslands skipar nú í vikuskiftinum fyri árliga Íslandsmeistaramótið í 25m laug, sum í ár er í Ásvallalaug í Hafnarfirði frá nú 8. til 10. november 2019. Á stevnuni luttaka eisini 5 føroyskir svimjarar úr Havnar Svimjifelag umframt 4 úr Ægir, og er kjansurin rættiliga góður fyri at tey koma upp ímillum tey bestu.
Svimjararnir úr Havnar Svimjifelag eru Vár E. Eidesgaard (2001), Eyðrið Mortensen (2003), Bartal E. Eidesgaard (2003), Elisabeth Erlendsdóttir (2005) og Kristina í Skála (2005), meðan svimjararnir úr Ægir eru Signhild Joensen (2000), Barbara Debes (2000), Rókur Trygvason (2000) og Rebekka Trygvadóttir (2004).
Stevnusíðan er her, har vit millum annað finna startlistan ið bendir á at føroyingarnir hava rættiliga góðar møguleikar at koma upp ímillum tey bestu, har á stevnuni. Til dømis hevur Vár bestu tilmeldingartíð í 200, 400, 800 og 1500 frí, og Signhild bestu í 200 rygg, meðan Rókur hevur bestu í 50 og 200 bringu og Bartal bestu í 200 frí.
Og har eru neyðturviliga nógv føri har tey og aðrir føroyingar liggja til tíðir aðrar enn tær allarbestu, uppi ímillum finalistarnar.
Íslendarar ætla at stroyma beinleiðis her á oz.com, umframt at beinleiðis úrslit fara at kunna síggjast her á SwimRankings.net
Tíðarætlanin er
- Fríggjadag 8/11 – Innleiðandi frá kl 09:30, Finalur frá kl 16:30
- Leygardag 9/11 – Innleiðandi frá kl 09:30, Finalur frá kl 16:30
- Sunnudag 10/11 – Innleiðandi frá kl 09:30, Finalur frá kl 16:30